Innanlands

Rópti neyðarróp – maður dottin á sjógv í nátt

Var kaldur og sera illa fyri, tá hann varð hjálptur upp á turt aftur

Frá kappróðrinum í gjár. Í nátt endaði ein maður á sjónum her nærhendis rampuna hjá Smyril og Norrønu við Bursatanga (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá kappróðrinum í gjár. Í nátt endaði ein maður á sjónum her nærhendis rampuna hjá Smyril og Norrønu við Bursatanga (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-29 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður lá á sjónum á havnarvág í nátt og rópti um hjálp í einar 15-20 minuttir, áðrenn hann varð bjargaður upp aftur.

Klokkan 03.18 í nátt fekk løgreglan fráboðan frá fólki, sum hoyrdi róp nærhendis farstøðina í Havn. Tey dugdu ikki at siga, um talan var um neyðarróp ella nakað annað.

Ein patrúlja hjá løgregluni fór á staðið at kanna málið, og tað vísti seg, at rópini komu frá sjónum, nærhendis skráan, har Smyril og Norrøna leggja at við Bursatanga.

Maðurin hevði tá ligið í sjónum í einar 15 til 20 minuttir, metir løgreglan. Meðurin hvar hjálptur upp á turt aftur, og tá var hann kaldur og sera illa fyri.

Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og vakthavandi á løgreglustøðini kann í morgun boða frá, at maðurin hevur tað gott aftur nú.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder