Innanlands

Roknast skal við bíðirøð í læknavaktini

Læknafelagið ávarar og kunnar um verri kor hjá teimum, sum tørva bráfeingishjálp

2022-11-15 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skipanin við læknavaktini varð broytt í gjár, mánadagin 14. november, so at tað ikki longur er sama tal av læknum til taks at hjálpa teimum, sum hava bráfeingis tørv á læknahjálp.

Hetta hevur fingið Kommunulæknafelagið til at senda út frágreiðing um støðuna, har víst verður á, at roknast skal við longri bíðirøðum í bráfeingismóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, tí roknast kann við, at læknin, sum er á vakt, er úti í sjúkraørindum.

Kommunulæknafelagið minnir eisini fólk á, at læknavaktin bert er ætlað til fólk, ið gerast brádliga sjúk ella um gerast meira ússalig í sambandi við sjúku, og mett verður, at læknahjálp ikki kann bíða til tað fæst fatur á kommunulækna til vanliga upplatingartíð.

Skrivið er soljóðandi:

Kunning frá kommunulæknafelagnum viðvíkjandi broytingum í læknavaktini galdandi frá mánadegnum 14. novembur 2022.

Nógvum kunnugt, so er læknavaktin broytt eitt sindur, og her kemur eitt sindur av kunning um hvørjar broytingar eru gjørdar og hví. Eisini kemur ein kunning um hvat endamálið við læknavaktini er.

Kommulæknaskipanin er illa mannað. Aktuelt eru 34 kommunulæknastørv. Harav eru bert 18 mannað av føstum læknum, ið taka vaktir, og hini eru onkuntíð mannað av vikarum og ofta ómannað. Inntil nú hevur læknavaktin verið uppbygd soleiðis, at kl. 16-24 gerandisdagar og kl. 8-24 i vikuskiftum og heilidøgum, var ein vaktlækni til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og tveir koyrilæknar høvdu tilkallivakt heimanífrá.

Frá 24-8 var ein lækni til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og ein koyrilækni hevði tilkallivakt heimanífrá. Hetta hevur viðført, at læknarnir hava havt nógvar vaktir, ið koma afturat tí vanliga arbeiðinum í kommunulæknaviðtaluni. Kommunulæknarnir eru ov illa mannaðir til at halda fram við hesi skipan, tí arbeiðsbyrðan gerst alt ov stór.

Nú er læknavaktin broytt soleiðis at eingin ella ein koyrilækni hevur tilkallivakt heimanífrá. Um eingin koyrilækni er, fer læknin sum hevur vakt á Landssjúkrahúsinum á sjúkravitjan, um tað verður mett at tørvur er á tí. Hetta inniber sjálvandi, at minni tíð er til at taka sær av viðtalum í læknavaktini, og tí kann væntast at bíðitíðin gerst longri.

Higartil hevur læknavaktin tikið sær av nógvum, ið kanska ikki er so bráðfeingis, og hetta má broytast. Frá nú av verður læknavaktin noydd til at avvísa tað, ið læknin ikki metir er bráðfeingis, so vit kunnu taka okkum av tí, sum veruliga er bráðfeingis.

Eftir kl. 21 kann tað koma fyri, at læknavaktin er aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, so tað kann vera at borgarar fáa boð um at møta aðrastaðni enn í Tórshavn. Hetta fær ein boð um í telefonini.

Aðrar broytingar kunnu koma, tá henda skipanin hevur verið roynd í eina tíð.

Læknavaktin er bert ætlað um tú brádliga gerst sjúkur ella um tú gerst meira ússaligur í samband við sjúku, og tú metir at læknahjálp ikki kann bíða til tú fær fatur á kommunulækna í vanligari upplatingartíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder