Innanlands

Rógvi Olavson skal verja sína ph.d skjótt

Hann starvast á Fróðskaparsetrinum og hevur skrivað um tað at stýra í einum lítlum samfelagi - millum annað í krepputíð. Verjan verður í Kongshøll fríggjadagin 13. november.

Sum ph.d.-lesandi hevur Rógvi Olavson verið innskrivaður og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya (Mynd: setur.fo)

Sum ph.d.-lesandi hevur Rógvi Olavson verið innskrivaður og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya (Mynd: setur.fo)

2026-10-21 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 13. november verjir Rógvi Olavson sína ph.d.-ritgerð við heitinum: “Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands”

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at verjan verður í Kongshøll - hetta er í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn - klokkan 13:00 13. november.

Sum ph.d.-lesandi hevur Rógvi Olavson verið innskrivaður og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Í vegleiðaratoyminum eru Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Setrinum, 
umframt Are Vegard Haug, professari á Oslo Metropolitan University og hjávegleiðari. Lektatin á Setrinum hevur verið høvuðsvegleiðari 

Í metingarnevndini vera tríggir persónar: Hans Andrias Sølvará, professari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk ), Lise Hellebø Rykkja, professari á Universitetet i Bergen og Carsten Jensen, professari á Aarhus Universiteti

Til ber at lesa samandráttin av ritgerðini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder