Mentan

Ravlitt DARR: Festivalur fyri tónlistaligu marginalarnar

13. og 14. november verður eksperimenterandi og elektroniskur tónleikur og ljóðlist í fokus á nýggjum festivali.

Silvurdrongur - ein teirr, ið vara at framføra. Myndin er frá G! í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Silvurdrongur - ein teirr, ið vara at framføra. Myndin er frá G! í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-21 19:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggi festivalurin, Ravlitt DARR, tekur arvin frá alternativa festivalinum Skrapt víðari, og fer heilt út í marginalarnar tann 13. og 14. november, tá eksperimenterandi og elektroniskur tónleikur og ljóðlist vera í fokus.

Konsertir vera hesi kvøldini í Sanatoriinum í Hoydølum, har Joan Sørensen úr Grønu Matveitingini og Poul Andrias Ziska frá Paz í løtuni eru í gongd við at flyta inn í køkin á grundhæddini við teirra nýggja átaki, sum eitur 'Matvitin'. Hetta vikuskiftið verður latið upp fyri køkinum, meðan Ravlitt DARR sleppur at sláa seg leyst í hølunum. Higartil eru 15 nøvn kunngjørd, sum øll hava tað í felag, at tey arbeiða eksperimenterandi.

Nøvnini eru Silvurdrongur, Anna Katrin Egilstrøð, Heðin Ziska Davidsen, Supervisjón, HÚS, Hannsjálvur, Vavað, James Blames, Awl, Nygatoria og Strident úr Føroyum. Úr Íslandi Ronja og R.M. Hendrix, Lokalfrågan úr Svøríki, tunisisk-danska 100 – og fleiri fara at leggjast afturat.

Í dagtímunum verður skipað fyri tveimum fakligum tiltøkum í Gentukostdeildini í Hoydølum: Einari verkstovu í ‘field recordings’ (útiupptøkum) fyri nýbyrjarar og einum práti/kjaki um kynsdynamikkin í tónleikaumhvørvinum við tøkniligari verkstovu í ljóði/óljóði.

Yvirskipaða og langsiktaða endamálið er:

  • at styrkja føroysku tónleikavinnuna við at menna kreativar og tvørlistaligar tilgongdir,
  • at seta á stovn eitt langtíðar átak fyri javnstøðu og talentmenning í útjaðaranum av føroyska tónleikalívinum,
  • og at lata upp fyri eggjandi møguleikum í ljóðlist, eksperimenterandi tónleiki og ljóðtøkni í einum felagsskapi, sum tekur støði í FLINTA* umboðan.

Finn nærri kunning um atgongumerki, tilmelding til verkstovur o.a. á Instagram og Facebook

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder