Innanlands

Roar deildarleiðari á nýggju Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu

Roar er 60 ára gamal og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Hann hevur eisini drúgvar royndir innan umhvørvisøkið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-11-10 17:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Roar Heini Olsen byrjaði herfyri sum leiðari á nýggju umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.

Roar er 60 ára gamal, og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Harumframt hevur hann eftirútbúgving innan leiðslu og løgfrøði.

Roar hevur drúgvar royndir innan umhvørvisøkið, m.a. sum Umhvørvisleiðari í Afdeling for Natur og Bæredygtighed, Forvaltning for Anlæg & Miljø, Kommuneqarfik Sermersooq, Grønland.

Hann hevur verið rakstrarleiðari hjá IRF, og í Grønlandi varaði hann av brennistøðini í Nuuk. Av ti sama hevur hann sera góða vitan um arbeiðsøkið hjá Brennistøðini.

Roar hevur sum heild gott innlit á flestu tættir av arbeiðinum á umhvørvisdeildini og harafturat gott løgfrøðiligt og fyrisitingarligt innlit, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder