Uttanlands

Risabót til koronasjúklingar sum bróta sóttarhaldið í avstralskum stati

Í statinum Victoria er lýst kreppustøða, útfaringarbann er sett í gildi um kvøldarnar, og sjúk fólk kunnu fáa millum 22.000 og 90.000 kr. í bót, um tey verða tikin í at bróta sóttarhaldið

Í býnum Melbourne sleppa fólk  ikki at ferðast longur enn fimm kilometrar frá heimi sínum, og sleppa tey bert at keypa inn eina ferð um dagin (Mynd: EPA)

Í býnum Melbourne sleppa fólk ikki at ferðast longur enn fimm kilometrar frá heimi sínum, og sleppa tey bert at keypa inn eina ferð um dagin (Mynd: EPA)

2020-08-04 12:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá týsdegnum fáa øll, sum verða tikin í at bróta sóttarhaldið, eftir at tey hava fingið staðfest koronasmittuna, eina bót á 4.957 avstralskar dollarar (uml. 22.300 í okkara krónum). Tað upplýsir forsætisráðharrin í avstralska statinum Victoria, Daniel Andrews.

Verða fólk tikin í at gera hetta fleiri ferðir, kann bótin gerast uppaftur størri – 20.000 dollarar (90.000 krónur).

Hesi boðini koma í kjalarvørrinum á teimum 439 nýggju tilburðunum og 11 andlátunum, sum eru skrásett seinasta samdøgrið. Teir flestu eru skrásettir í stórbýnum Melbourne, sum hevur uml. fimm mió. íbúgvar.

Myndugleikarnir hava í fleiri vikur strídst við at fáa tamarhald á nýggja útbrotinum, m.a. tí at fólk ikki virða tær reglurnar, sum eru galdandi, sigur Daniel Andrews sambært Ritzau.

– Heilsumyndugleikar og løgregla hava bankað uppá hjá fleiri enn 3.000 fólkum, sum burdu sitið avbyrgd heima. Í fleiri enn 800 av teimum førunum var viðkomandi, sum átti at verið avbyrgdur, ikki heima. Hetta kann yvirhøvur ikki góðtakast, sigur hann.

Orsakað av støðuni í Victoria, sleppa fólk í sóttarhaldi ikki longur úr heiminum at røra seg, sum tey annars høvdu loyvi at gera áðrenn í dag. Nú mugu tey fara út í sín egna garð, um tey ynskja at sleppa útum.

Forsætisráðharrin biður teimum, sum hava aktað boðini hjá myndugleikunum, um umbering fyri hetta, men soleiðis sum støðan er, var hetta eitt neyðugt stig at taka, sigur hann.

Fyrr í vikuni varð kreppustøða annars lýst í Victoria, og m.a. varð útfaringarbann sett í gildi millum klokkan átta um kvøldið og fimm um morgunin. Hetta verður galdandi komandi seks vikurnar. Borgarar í Melbourne sleppa heldur ikki at ferðast longur enn fimm kilometrar frá heimi sínum, og sleppa tey bert at keypa inn eina ferð um dagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder