Innanlands

Reyði Krossur sendir starvsfólk og hálvaaðru millión út í heim

Sanna Nolsøe Djurhuus skal komandi árið arbeiða fyri Reyða Kross í Malavi, sum eisini fær 775.000 krónur frá felagsskapinum. Umframt hetta letur Reyði Krossur eisini 775.000 krónur til hjálparátøk í Jemen

(Mynd: Reyði Krossur)

(Mynd: Reyði Krossur)

2021-11-10 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni verður Sanna Nolsøe Djurhuus send til Malavi at arbeiða við hjálparátøkum. Har fer hon sum umboð fyri Reyða Kross Føroya at arbeiða við ávaringarskipanini Forecastbased Action (FbA) komandi 12 mánaðirnar.

Hesum boðar Reyði Krossur frá í tíðinaskrivi.

Umframt hetta letur Reyði Krossur Føroya eisini 775.000 krónur til verkætlanir í Malavi.

– Umframt at teljast millum heimsins fátækastu lond, er Malavi eisini ímillum tey londini, ið hevur verið harðast rakt av veðurlagskreppuni. Serliga stórur er vandin fyri vatnflóðum. Tí hevur Reyði Krossur síðani 2017 arbeitt við FbA ávaringarskipanini, sum Sanna eisini kemur at arbeiða við, skrivar Reyði Krossur.

– FbA nýtir nýmótans tøkni, veðurfrøði og váðalýsingar til at spáa um kreppur í framtíðini. Endamálið við skipanini er at minka um avleiðingarnar av, eitt nú, vatnflóð í Malavi. Sanna fer millum annað at arbeiða við at menna FbA skipanina, og at stuðla undir arbeiðið at savna inn viðkomandi kunning og dátur, soleiðis at tað er møguligt at seta tiltøk í verk áðrenn vanlukkan rakar. Hetta kann til dømis hjálpa við at tryggja matframleiðsluna í landinum, syrgja fyri, at akurin verður skorin tíðliga, at djór verða flutt o.l. FbA virkar eisini fyri, at mest viðkvæmu samfelagsbólkarnir fáa hjálp áðrenn og undir einari kreppu.

Reyði Krossur boðar eisini frá, at 775.000 krónur afturat verða latnar til hjálaprátøk í Jemen, sum í fleiri ár hevur verið rakt av bæði ógvusligum ósemjum og náttúruskaptum vanlukkum.

– Vápnaða stríðið í Jemen, sum nú herjar á sætta ári, hevur lagt stein oman á byrðu, og talan er nú um størstu humaniteru kreppuna í heiminum. Nærum fýra milliónir borgarar eru noyddir frá húsi og heimi, meðan tveir triðingar av fólkinum líða hungursneyð og grundleggjandi tænastur eru, so gott sum, ikki til. Sjúkrahús og heilsudeplar eru antin løgd í oyði av krígnum ella eru tey sera álvarsliga undirfíggjað. Reyði Krossur arbeiðir ótroyttiliga við at betra um heilsutænastur, og at veita mat og gerandisvørur til so nógv neyðstødd, sum gjørligt.

Stuðulin frá Reyða Krossi til Jemen fer eitt nú til at betra um heilsutænastur í landinum, harímillum umvæling av hølum og veitan av heilivági og útgerð, til at upplæra lokal sjálvboðin í at veita sálarligan stuðul til børn og vaksin, og til at stuðla undir og fíggja verkætlanir, sum eru neyðugar, og geva meining fyri lokalsamfeløg tvørturum landið, sum at førleikamenna fólk í nærumhvørvinum at byggja og umvæla vatnbrunnar og skúlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder