Innanlands

Reyði Krossur heimsins størsti humaniteri felagsskapur

- Hann verður ongantíð arbeiðsleysur. Best, sum vit halda, at nú verður kanska ein skái, so herjar okkurt heilt annað á vísti Jóannes Eidesgaard m.a. á í formansfrágreiðing síni

2023-03-28 16:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Fitt av fólki kom saman til ársaðalfund í Reyða Krossi  26. mars. Vit skulu her tríva í nakað av tí, sum formaðurin Jóannes Eidesgaard segði á aðalfundinum. 

"Aðalfundurin er løtan, tá vit líta aftur á farna árið, og hetta er løtan, tá vit hyggja fram inn í eitt nýtt ár. Aðalfundurin, sum jú er hægsti myndugleikin hjá felagsskapinum, skal eisini geva rúmd fyri, at limir sleppa til orðanna og at føra síni sjónarmið fram, bæði um tað, sum er gott og um tað, sum er minni gott.

[object Object]

Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður í Reyða Krossi

Men hetta er eisini eitt høvi at koma við uppskotum um nýggj skilagóð átøk. Yvirskipað kunnu vit sameint siga, at Reyði Krossur hevur tað gott. Felagsskapurin livir sítt sunna og fríska lív og torir og dugir at átaka sær alt fleiri og nýggjar uppgávur.

Reyði Krossur er vorðin ein sjónligur viðleikari í føroyska samfelagnum og er ein týðandi leikari í tilbúgvingini, tá land okkara møtir nýggjum og ókendum uppgávum. Fyri einum góðum ári síðani brast kríggj á í Evropa, tá Russland leyp á grannalandið Ukraina.

Higartil hevur hetta meiningsleysa kríggið kostað túsundavís av menniskjalívum, umframt at milliónir av ukrainum eru flýddir frá húsi og heimi. Og nøkur av hesum hava funnið longu leiðina higar til Føroya. Vit høvdu ikki meira enn lagt Koronufarsóttina afturum okkum, tá henda nýggja avbjóðingin kom.

Tað hevur verið avbjóðandi og spennandi, men so sanniliga eisini stuttligt og hjartanemandi at síggja, hvussu væl okkara felagsskapur riggar, tá nýggjar avbjóðingar stinga seg upp. Tað er tíbetur ikki langt frá orði til gerð. Vanligu virkisøkini, sum vit øll kenna, ganga eisini væl.

Vit arbeiða alsamt við at betra um tey og møguliga eisini útbyggja tey. Serliga hava vit seinastu tíðina sæð ein markantan vøkstur innan Mat- og Klædnahjálpina, har serliga matsíðan veksur. Hetta er sjálvandi eisini ein avleiðing av, at alt í samfelagnum er vorðið munandi dýrari. Ikki bara rentur og oljuprísir, men tíverri eisini vanligar gerandisvørur, sum familjurnar brúka hvønn einasta dag. Men vit fylgja gongdini neyvt, so tað ikki er hjá okkum, at eingin hjálp er at heinta.

Tað er umráðandi at Reyði Krossur sum felagsskapur fevnir um alt landið. Tí er tað sera hugaligt, at eitt nú Vitjanartænastan alsamt verður útbygd runt landið, og at arbeiðið við integrasjón eisini er á fleiri støðum. Og uttan iva fara vit eisini at síggja onnur átøk í komandi tíðum.

Mangan hevur verið ført fram, at heimsins størsti humaniteri hjálparfelagsskapur verður ongantíð arbeiðsleysur. Hetta er so satt, sum tað er sagt. Best, sum vit halda, at nú verður kanska ein skái, so herjar okkurt heilt annað á.

Vit hava framvegis vónleysu borgarakríggini í Yemen og Sýria, støðan í Afghanistan er ræðulig við hungursneyð og kúgan av kvinnum og børnum.

Vit hava kríggj í Evropa fyri fyrstu ferð síðan seinna veraldarbardaga.

Menniskjan stendur aftanfyri øllum hesum vanlukkum, eg her nevni. Men náttúran kann eisini vera okkum náðileys. Vit hoyra næstan dagliga um skerping, vatnflóðir, tsunamiir, tropiskar ódnir og ikki um at tala jarðskjálvtar. Ræðuligi jarðskjálvtin í Turkalandi og Sýria hevur kostað eins nógvum fólki lívið, sum vit teljast í Føroyum, og milliónir eru vorðin heimleys.

Og nú vit halda aðalfund í Reyða Krossi, er vatnflóð í Malavi, har okkara útsenda starvssystir Sanna arbeiðir. Eg vil nýta høvið at takka tykkum mongu sjálvbodnu fyri tykkara ótrúliga flotta arbeiði. Uttan tykkum var eingin Reyði Krossur, tað er bara ein veruleiki, hvørki meira ella minni. Eg vil eisini takka teimum mongu, sum stuðla okkum bæði fíggjarliga og á annan hátt, og almennu myndugleikunum fyri framúr gott samstarv" segði formaðurin í síni frágreiðing á aðalfundinum nú um dagarnar. 

NEVNDIN Í REYÐA KROSSI SKIPAÐ

Síðani varð nevndarval. Kassameistarin, Mary-Ann Thomsen, og nevndarlimirnir Kristianna Winther Poulsen og Súsanna Thomsen stóðu fyri vali, umframt
tiltakslimirnir Hans Jákup Simonsen og Eyrith Guttesen Leyni.

Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður
Torfinn Højgaard, næstformaður
Mary-Ann Thomsen, kassameistari
Súsanna Thomsen, nevndarlimur
Fía Niclasen, nevndarlimur
Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur
Hans Jákup Simonsen, tiltakslimur

Á fundinum takkaði Reyði Krossur  Kristionnu Winther Poulsen fyri gott samstarv hesi átta árini, hon hevur verið í nevndini.

Ársfrágreiðingin fyri 2022 kann lesast her: redcross.fo/um/arsfragreidingar/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder