Innanlands

Revsiramman er 12 ára fongsul

Í morgin verður farið undir viðgerina av neyðtøkumáli av grovum slag. Brotsgerðirnar fóru fram frá 2017 til 2019

Føroya rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroya rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-21 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin fer Føroya Rættur undir at viðgera eitt grovt neyðtøkumál. Ein maður er ákærdur fyri at hava misnýtt ein drong fleiri enn 50 ferðir í hálvt triðja ár.

Brotsgerðirnar skulu vera farnar fram frá 2017 til 2019, og maðurin skal hava kynsliga misnýtt ein drong, sum var yngri enn 15 ár tá misnýtslan byrjaði.

Hann er ákærdur eftir serligu greinini í revsilógini, har neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella talan er um serliga skerpandi umstøður.

Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at revsiramman er 12 ára fongsul.

Maðurin er ákærdur fyri at hava noytt deingin til samlegu við harðskapi ella hóttan um harðskap.

Umframt hetta, er maðurin ákærdur fyri blúnisbrot, og fryi at hava barnaporno í varðveitslu, veit útvarpið.

Seks dagar eru settir av til rættamálið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder