Innanlands

Tvær bøtur í nátt

Sami maður fekk tvær bøtur fyri ikki at upplýsa hvør hann var, og fyri brot á skilhaldsreglurnar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-12 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður hevur í nátt fingið tvær bøtur frá løgregluni.

Tað var í nátt stutt fyri klokkan fýra, at løgreglan fekk eina fráboðan um ein mann, sum var ólátaður í Havn.

Tá løgreglan kom á staðið, vildi maðurin ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum mann annars hevur skyldu til, tá løgreglan spyr, og fær hann tí 1.000 krónur í bót fyri tað.

Umframt hetta fekk hann eisini eina bót á 1.500 krónur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Løgreglan tók mannin við sær á støðina at sova rúsin av sær, og varð hann leyslatin í morgun, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder