Innanlands

Rendi á skelti og koyrdi avstað

Løgreglan heldur seg hava funnið fram til merkið á bilinum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-06-17 08:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var í Kollafirði í gjár. Tað var um døgurðatíð at ein bilur rendi á eitt skilti við kirkjuna.

Men bilførarin gjørdi ikki sum ein eigur at gera í støðuni, og koyrdi avstað uttan at hava boðað løgregluni frá. Úrslitið var at fleiri lutir av bilinum lógu og sløddust á vegnum.

Løgreglan hevur gjørt kanningar av óhappinum, og sigur seg hava eitt gott mið um hvat slag av bili talan er um. Í løtuni er servarin, sum verður nýttur í tílíkum málum, óvirkin, men tey væntað, at tey skjótt vita við vissu hvat slag av bili talan er um.

Løgreglan heitir á fólk um at siga frá, um tey vita okkurt í samband við ferðsluóhappi, og heitir á bilføraran um at boða frá hesum áðrenn løgreglan bankar uppá dyrnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder