Innanlands

Rendi á lyktapela í Mannbrekku í gjár

Hetta gjørdi, at lyktapelin so at siga hekk í einum vinkli á 30 gradum yvir vegin. Viðkomandi, sum hevur rent á, hevur ikki boðað frá. Fleiri onnur ferðslumál vóru í gjár: Bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, fyri at koyra uttan koyrikort ella fyri at tosa í telefon

Fleiri brot á ferðslulógina í gjár, umframt eitt ferðsluóhapp

Fleiri brot á ferðslulógina í gjár, umframt eitt ferðsluóhapp

2022-08-18 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein lyktapeli hevur síðani í gjárkvøldið verið at síggja hangandi í einum vinkli á áleið 30 gradir yvir vegin við Mannbrekku í høvuðsstaðnum. Orsøkin er eyðsæð, sigur løgreglan: Onkur bilførari hevur rent á hann men hevur ikki boðað frá. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin hevur tikið ábyrgd fyri hendingini, og tað sær út til, at viðkomandi hevur roynt at "slettað sporini".

Vaktleiðarin heitir á tey, ið hava sæð okkurt, um at siga frá. Tórshavnar kommuna fekk beinanvegin fráboðan, og Vegadeildin hevur tryggjað, at tað er trygt hjá ferðsluni og fer at fáa lyktapelan upp aftur.

Ov nógv ferð, einki koyrikort, og bilprát við Gøtugjógv

Fleiri onnur ferðslumál vórðu skrásett í gjárkvøldið og í nátt.

Ein persónur varð tikin fyri at koyra 74 km/t á Glyvursvegi á Argjum, har tað er vanligt, at bilar koyra ov skjótt. Viðkomandi fekk klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Tveir persónar vórðu tiknir fyri at koyra, samstundis sum tosaði var í telefon, ið viðkomandi hildu í. Báðir bilførarnir koyrdi í Gøtugjógv, tá tað hendi. Hetta er eisini klipp og bót.

Ein persónur varð í nátt tikin. Tað vísti seg, at hesin bilførarin ikki hevði nakað galdandi koyrikort.


Ferðsluóhapp í Sumbiartunnlinum

Eitt sonevnt soloóhapp var í gjárkvøldið í Sumbiartunnlinum. Førarin, ið var einsamallur í bilinum, rendi inn í ein av tunnilsveggunum. Ein annar kom stutt seinni á staðið, og bilførarin - varð koyrdur á sjúkrahúsið á Tvøroyri. Talan var ikki um heilt álvarsaman perssónskaða, men viðkomandi bíðaði at sleppa í røntuna fyri at hyggja eftir øðrum beininum. Bilurin fór tó heilt illa, og tað er óvist, hví óhappið hendir, sigur vaktleiðarin eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder