Mentan

Reiley vil vera millum tey bestu

Seinastu førini hevur Danmark ikki megnað at koma í Eurovision-finaluna. Tað skal ikki henda í ár, sigur Reiley

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-09 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska umboði fyri Danmark til ársins Eurovision sangkapping, hevur ætlanir um at blanda seg upp í oddastríðið í altjóða sangkappingini í Liverpool leygardagin.

Í ár er tað tíggju ár síðani Danmark seinast vann kappingina, tá Emmelie de Forest vann við “Only Teardrops” í 2013. Síðani tá er tað bert eydnast Danmark tvær ferðir at koma millum tíggju tey bestu.

Seinastu tvey árini hevur Danmark ikki eingang megnað at koma við í finaluna – og tað eydnaðist heldur ikki í 2015 og 2016.

Hetta hevur føroyski Rani Petersen, sum á altjóða pallinum kallar seg Reiley, ætlanir um at broyta.

- Eg vóni at kunna bróta hesa ringu gongdina – vit skulu í finaluna. 100 prosent, sigur Reiley í samrøðu við Ritzau tíðindastovuna í dag.

- Tað er mær ein stórur heiður at sleppa at gera tað. Tað gongur alsamt meira upp fyri mær, hvussu serligt hetta er fyri meg. Eg eri ógvuliga spentur, sigur føroyingurin, ið eisini verður rópt TikTok-stjørna.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Reiley viðgongur, at tað liggur eitt ávíst trýst á honum, nú Danmark ikki hevur verið í Eurovision finaluni síðan 2019.

Veddingarfyritøkurnar geva honum heldur ikki teir stóru møguleikarnar, men Reiley sjálvur trýr upp á tað.

Serligt pallshow

Og tað ætlar hann at gera við einum serligum pall-showi, sum verður rættiliga øðrvísi enn tað, sum hann hevði, tá hann vann donsku melodigrandprix kappingina í februar.

Í donsku finaluni hevði hann dansarar við á pallin, men tað hevur hann ikki hesaferð.

- Eg vóni veruliga, at fólk fara at dáma pall-showið hjá mær, tí vit hava lagt nógva orku í tað, sigur Reiley við Ritzau.

Enn hevur almenningurin ikki sæð so nógv til pallframførsluna. Á pallinum kemur at standa nakað, ið líkist einum húsi við ymsum litríkum rúmum. Reiley vónar, at hesin leikgripurin fer at vinna hjørtuni hjá hyggjarunum. Men hann vónar eisini, at tónleikurin í sjálvum sær eisini kann vinna til síðst.

- Tað er ein poppsangur, sum snýr seg um eitt eitrandi kærleikssamband. Tað haldi eg, at øll hava verið ígjøgnum. Eg vóni, at fólk, ið hoyra sangin, kunnu kenna okkurt aftur, sigur Reiley.

Undan sjálvari finaluni verða tvær hálvfinalur hildnar. Tann fyrra verður í kvøld, og hin seinna – við luttøku av Reiley – verður hóskvøldið. 15 lond eru við í hvørjari hálvfinalu – 10 koma víðari úr hvørjum umfari til finaluna leygarkvøldið.

Eurovision verður í ár hildið í enska stórbýnum Liverpool. Ukraina vann annars finaluna seinast, men kann ikki vera vertur í ár orsaka av russisku innrásini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder