Mentan

Reiley stendur á hondunum fyri børn við serligum tørvi

Plantaði eitt træ fyri Danmark og eitt fyri Føroyar í Ísrael

Reiley til høgru og Dan Oryan i miðjuni

Reiley til høgru og Dan Oryan i miðjuni

2023-04-03 21:40 Author image
Orð & Myndir: Jákup Bech Jensen
placeholder

(Tel Aviv) - Har eg komi frá, vaksa trø ikki, so hetta verður fyrsta træið, sum eg nakrantíð planti. Soleiðis segði føroyski Eurovision luttakarin, Reiley, á tíðindafundi í Ísrael í dag.

Tíðindafundurin var hildin áðrenn allir Eurovision luttakararnir, sum eru við til tiltakið Israel Calling 2023, fóru at planta hvør sítt træ.

Umframt at planta eitt træ fyri Danmark, fingu hann og Jákup Bech Jensen loyvi at planta eitt serligt træ. Hetta træið fekk navnið “The Faroese Tree” ella tað føroyska træið, sum er plantað saman við øllum hinum trøunum.

Trøini vóru plantað í einum skógarlendi tætt við býin Modiin.

Eftir at trøini vóru plantað, fór Reiley til ljóðroynd. Tíðin var sera knøpp, men tá ið Reiley sá børn við serligum tørvi koma til ljóðroynd, var hann skjótur at fara til teirra og heilsa uppá.

Har vóru tveir akrobatar, sum skuldu undirhalda børnini. Reiley tók øll á bóli, tá ið hann vísti, at hann eisini megnaði akrobatisk kynstur.

Les eisini: Vann Eurovision í 2011: Sannførdur um, at Reiley vinnur í ár

So tá ið myndatøka skuldi verða, stóð Reiley á hondunum saman við akrobatunum.

- Eg eri ovfarin av Reiley! Hettar er av sonnum ein multikunstnari, segði Dan Oryan, sum er sjálvur annar av akribatunum og ein av fyriskiparunum av átakinum “Upside Down”, sum hevur til endamáls at kasta ljós á børn við serligum tørvi í Ísrael.

Dan hevur verið varasendimaður Ísraels í Danmark.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder