placeholder
Mentan

Reiley gevur EP út

Reiley gevur í dag út sína fyrstu EP, "brb, having an identity crisis" við trimum løgum – Eg deili meira í hesum trimum sangunum, enn eg havi gjørt á sosialu miðlunum seinastu trý árini, sigur Reiley

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-29 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gevur Rani Petersen, ið brúkar listanavnið Reiley, út sína sína fyrstu EP.

Á EPini, sum hevur heitið "brb, having an identity crisis", eru trý løg – "You", "Superman" og "Strange Love".

Tey tvey fyrstu løgini hava tilhoyrandi sjónbandaløg, ið kunnu síggjast á YouTube. Nýggjasta sjónbandalagið, "You" sæst eisini omanfyri.

Reiley gav út sítt fyrsta staklag, "Let it Ring" í mars, og eydnaðist hendan útgávan væl. Lagið er stroymt fleiri enn 12 milliónir ferðir, og sjónbandalagið er víst fleiri enn tvær milliónir ferðir á YouTube.

Tað er Atlantic Records í USA, sum stendur aftanfyri nýggju EPini, og løgini á útgávuni eru framleidd í samstarvi við sangskrivarum og framleiðarum, sum hava samstarvið við m.a. Carly Rae Jepsen, Lana Del Rey, Lizzo, Justin Bieber, og Katy Perry.

 – At útgeva hesa fløguna er sum at deila eina dagbók, har hvør sangur lýsir ymisk brot úr mínum lívi. Eg deili meira í hesum trimum sangunum, enn eg havi gjørt á sosialu miðlunum seinastu trý árini, sigur Reiley.

"brb, having an identity crisis" kann hoyrast á vanligu altjóða stroymingapallunum Spotify, Apple Music og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder