Innanlands

Reiðaríið Christian í Grótinum keypir seg inn í Gist & Vist

- Hetta kemur felagnum til gagns at standa seg í kappingini, nú fleiri aðrar fyritøkur vaksa munandi um sítt virksemi í ferðavinnuni

Michelin-matstovan Koks (Savnsmynd: Ole Haupt)

Michelin-matstovan Koks (Savnsmynd: Ole Haupt)

2020-03-07 20:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

2020 verður árið, har ferðavinnan røkkur málunum frá 2012 um, at umsetningurin skal upp um milliardina, gistitalið upp um 200.000 nætur og at vinnan fevnir um 1.000 ársverk.

Framgongdin í ferðavinnuni sæst eisini aftur á botnlinjuni í Gist&Vist. Úrslitið eftir skatt gjørdist 12,9 milliónir krónur í 2019, sum er besta úrslit felagsins. Í 2019 rindaði Gist&Vist 71 milliónir í lønum, og starvaðust 208 ársverk í felagnum.

Fyri betur at troyta møguleikarnar fyri enn størri menning av felagnum hevur Gist&Vist valt at hækka partapeningin við nýggjum kapitalinnskoti á 15 milliónir krónur frá einum nýggjum partaeigara, P/F Christiani í Grótinum.

[object Object](Mynd: Rannvá Joensen)

- Vit eru á eini spennandi ferð sum fyritøka. Vit hava verið við til at ment føroysku ferðavinnuna til at verða ein týðandi inntøkukelda til føroyska samfelagið. Um somu leið troyta vit møguleikarnar fyri at skapa dygdargóða tænastu, størv og góð fíggjarlig úrslit”, sigur Johannes Jensen, stjóri og høvuðspartaeigari. ”Fyri at skapa tryggleika um menningarætlanir okkara hava vit sóknast eftir einum samstarvsfelaga til at styrkja felagið enn meira fíggjarliga. Eg fegnist tí um, at fyritøkan P/F Christian í Grótinum eisini sær møguleikarnar og sýnir okkum tað álit at seta pening í Gist&Vist.

Nýggjur partaeigari, óbroytt strategi
Avtalan bleiv undirskrivað 4. mars 2020. Eftir kapitalhækkanina eigur nýggi partaeigarin 9% av felagnum umframt rætt til at seta enn meira pening í felagið í næstum og afturfyri eiga 21%.

Á ársaðalfundi felagsins bleiv nevndin í Gist&Vist víðkað, tá ið Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum, varð valdur í nevndina.

Tað hevur verið avgerandi fyri Gist&Vist, at felagið framhaldandi miðvíst kann gagnnýta vakstrarmøguleikarnar í føroysku ferðavinnuni.

Ætlanir felagsins eru soleiðis óbroyttar, men enn størri tryggleiki er skaptur. Hetta kemur eisini felagnum til gagns at standa seg í kappingini, nú fleiri aðrar fyritøkur vaksa munandi um sítt virksemi í ferðavinnuni.

Sum flestum kunnugt skal KOKS hava nýggja staðseting. “Í hesum sambandi kanna vit møguleikan  fyri eini endaligari staðseting av KOKS við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað. Tá ið vit kenna staðsetingina, fara vit í holt við at tekna smálutirnar og fáa tilboð upp á byggingina”, sigur Johannes Jensen. KOKS heldur ætlandi fram Frammi við Gjónna í Leynum, meðan framleiðslukøkurin hjá KOKS nú er fluttur í køkin í Mjørkadali. 

Í 2020 økist kapasiteturin á Hotel Føroyum frá 129 til 200 kømur. Harumframt fevnir útbyggingin um eitt stórt vælveruøki, sum í 2021 verður útbygt til eisini at fevna um eitt vælveruhús framman fyri hotellið. Í alt verða
900 fermetrar av vælveruøki á Hotel Føroyum. Byggingin hevur sum heild gingið væl, tí byggikostnaðurin heldur, og somuleiðis heldur tíðarætlanin.

Í 2019 hevur Gist&Vist eisini latið upp fimm nýggj matarstøð. Tey eru Bitin, Suppugarðurin, Kioskin hjá Astu, Silo og Skeiva Pakkhús. Fólk hava tikið væl ímóti hesum nýggju matarstøðunum.

Í 2020 verður væntandi eisini farið undir stóra hotellverkætlan í Klaksvík, har nýggi partaeigari felagsins ætlandi eigur ein fimting av hotellinum. Gist&Vist skal standa fyri rakstrinum av hotellinum, um tær ætlanirnar gerast veruleiki. Tað verða 80 kømur á hotellinum, ið eftir ætlan verður staðsett við nýggja miðbýarøkið og letur upp í 2023.

Gist&Vist hevur í framtíðini eisini í hyggju at útbyggja Hotel Tórshavn í Vágsbotni til 122 kømur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder