Innanlands

Regnið kemur

Veðurstovurnar lova regn í kvøld og í nátt

Í gjár og higartil í dag hevur verið gott veður, men í kvøld lova veðurstovurnar regn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í gjár og higartil í dag hevur verið gott veður, men í kvøld lova veðurstovurnar regn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-29 17:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framúr gott veður á ólavsøku higartil. Í allan gjár kom sólin fram seinnapartin, og í allan dag hevur eisini verið gott veður.

Nú seint seinnapartin bleiv eitt sindur gráari í veðrinum í miðbýnum í Havn, og um nakrar tímar fer at regna. 

Sambært veðurforsøgnini fer at regna frá klokkan 21 og til tíðliga í morgin árini.

Vindurin fer at liggja um 12 metrar um sekundið.

Síggj feskastu veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder