Innanlands

Reglugerð gjørd um heiðurstekin

Heiðurtekin Tórshavnar býráðs, fimleikahøll í Kaldbak og kampus á Frælsinum eru millum málini, sum skulu umrøðast á býráðsfundi í Havn seinnapartin

Heiðurstekn Tórshavnar Býráðs er millum málini, sum verða umrødd á býráðsfundi seinnapartin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heiðurstekn Tórshavnar Býráðs er millum málini, sum verða umrødd á býráðsfundi seinnapartin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-09-29 11:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 16 verður býráðsfundur hjá Tórshavnar býráð.

Eitt av stóru málunum, sum kemur fyri seinnapartin, er prinsippavtala millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um at fara undir tilgongdina at menna nýtt kampus á Frælsinum, og at kommunan fær ræði á Sjóvinnuhúsinum og ognunum í Hoydølum.

Millum málini, sum verða umrødd, eru eisini fimleikahøll til skúlan í Kaldbak, vinnuútstykking á Ovara Hjalla, broyting av byggisamtykt fyri Tórsgøtu/Sverrisgøtu, bátahylar í Álakeri, við Sjógv og í Kaldbaksbotni, nýggj skeltisreglugerð, og grundøki til bátahøll hjá Havnar Róðrarfelag.

Eisini verður fíggjarætlan fyri 2023 løgd fram.

Kommunuskattaprosentið framvegis tað sama

Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan verður úrslitið áðrenn rentur 234,9 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 229,2 milliónir.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 192,9 milliónir, og lániskuldin hjá kommununi er 242 milliónir. Av hesum eru 233 milliónir krónur knýttar at Tórshavnar havn, skrivar kommunan.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 46,6 milliónir krónur ella fýra prosent upp í 1.208,7 milliónir krónur í mun til metingina fyri 2022 upp á 1.162 milliónir.

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2023 er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19 prosent og 8.000 kr.

Fimleikahøll í Kaldbak

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021.

Sambært Tórshavnar kommunu fingu seks fyritøkur í boði at bjóða uppá arbeiðið, og inn komu tvey tilboð.

MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri 22.057.992 krónur u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri 17.901.926 krónur u/mvg. Mælt verður til at taka av lægra tilboðnum, skrivar kommunan.

Heiðurstekin Tórshavnar býráðs

Reglugerð er gjørd um Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs, eitt heiðurstekin, ið ætlandi skal latast starvsfólki, sum hava verið í tænastu hjá kommununi í 30 og 40 ár umframt borgarum, sum hava sýnt serligt hegni ella hava laðað týðandi varðar eftir seg á lívsleiðini.

Starvsfólk fáa eftir 30 ára tænastu silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs, og eftir 40 ára tænastu verður gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs latið. Teimum, sum í virki sínum á serligan hátt hava slóðað fyri og hava verið góðar fyrimyndir hjá øðrum, verður latið gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs, skrivar kommunan.

Borgaranum verður latið eitt heiðurstekin umframt eitt heiðursbræv, sum í stuttum lýsir, hví heiðurin verður latin.

Tað er umsitingin, sum kemur at umsita reglugerðina um Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs. Málið kemur fyri á býráðsfundi seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder