Uttanlands

Paludan fær 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri rasismu

Hann fær sama dóm, sum hann fekk í býarrættinum í apríl, hevur Eystari Landsrættur í Keypmannahavn avgjørt í dag

Rasmus Paludan (Savnsmynd)

Rasmus Paludan (Savnsmynd)

2019-07-04 22:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðarin í Stram Kurs, Rasmus Paludan fær 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri brot á sonevnda rasismugreinina í revsilógini, 266b.

Hetta gjørdist greitt í Eystara Landsrætti í dag, og rætturin samdist eisini um, at Paludan skal rinda sakarkostnaðin.

Hetta er sami dómur, sum hann fekk í rættinum í Glostrup í apríl, men tann dómin kærdi hann.

Paludan varð dømdur fyri á eini sjónbandaupptøku at hava samanborið myrk fólk í Suðurafrika við fólk, sum hava eitt vitbýtistal undir 70. Á sjónbandinum setti hann spurnartekin við, um myrk fólk í Suðurafrika vóru før fyri at stýra land teirra, av tí at tey, sambært honum, høvdu so lágt vitbýtistal, skrivar DR.

Bert 829 høvdu sæð sjónbandið, tá hann tók tað av síðuni hjá Stram Kurs, eftir at tað varð meldað til løgregluna.

Rasmus Paludan hevur undir allari tilgongdini noktað seg sekan.

- Eg havi ta fatan, at mann skal halda lógina. Eg haldi ikki, at hendan sjónbandaupptøkan hevur brotið lógina. Men tá eg varð uppringdur av løgregluni, strikaði eg upptøkuna, segði hann.

Verjin hjá Paludan, Mette Grith Stage, sigur við Ritzau, at hon og Paludan nú fara at taka støðu til, hvørt tey skulu royna at fáa málið fyri hægstarætti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder