Rasmus Seebach og Summarfestivalurin eru eitt gott match. Tí fólkið í Klaksvík tekur væl ímóti honum hvørja ferð hann vitjar, tey duga at syngja við til allar sangirnar, og taka hjartaliga væl ímóti boðskapunum, sum hjartagóði sangarin sendir út um pallkantin.
Men matchið er eisini gott, tí Rasmus Sebach megnar so væl at fylla tann stóra pallin á Vágsbøi. Við sínum dugnaliga orkestri, framúr sangarum og flottu myndunum og grafikkinum á ovurstóra lýsandi skíggjanum aftast á pallinum.
Og ljóðið var eisini framúr.
![]()
Eitt stórt upplivilsi
Í ummælinum í gjár hevði eg at ljóðinum á Vágsbøi tá Hamradun spældi, sum ikki náddi heilt út á Vágsbøin.
Hesin trupulleikin var ikki til staðar í gjárkvøldið. Hesaferð komu vit enntá at standa næstan heilt uppi við vegin.
Men tað bilti ikki. Ljóðmyndin var greið og týðulig. Vit fingu hvørt tað einasta orð við og hvørja einastu solo. Her var einki at seta fingurin á.
Og hetta gjørdi poppbrakið hjá Rasmus Seebach til eitt sterkt upplivilsi. Ja, ein hevur hug til at senda eina tøkk til Vatnhamar og aðrar kvf-vertir fyri allar Seebach-sangirnar, tey hava spælt í útvarpinum, so at vit kundu syngja við saman við fjøldini.
Hesin Rasmus, ið rópar seg Ralle, er jú ein poppari av veruligum formati og enntá við góðum sangtekstum eisini, nakað ið ikki er ein sjálvfylgja. Poppkonsertin á Vágsbøi í gjárkvøldið gjørdist tí eitt stórt upplivilsi. Takk fyri tað, Summarfestivalurin.
![]()
Hjartaligheit
Inniligheitin og hjartaligheitin var tann sama í tjaldinum undan poppkonsertini, tá Lena Anderssen og hennara menn høvdu eina framúr konsert. Lena og Niclas eru sum vín og ostur – tey gerast bara betri og betri við tíðini, og eg fari at ivast í, um tey nakrantíð fyrr hava verið so væl móttikin av áhoyrarunum, sum tey vóru í gjárkvøldið.
Og so hevur Lena ein framúr bólk aftan fyri seg. Josva Debes á trummum og Jóhannus á Rógvu á bassi løgdu botnin, og so pyntaði Hans Poulsen upp á ljóðið við sínum tangentum, og onkrari framúr solo innímillum á Hammond.
Og Niclas, ja ein fór at ivast í um tað ikki var sjálvur David Gilmour, sum stóð á pallinum, tá hann legði fyri við teirra nýggjasta sera góða sangi, “Mín Sál er í góðum Hondum”. Hetta var framúr.
![]()
Hjartaligheit møttu vit eisini á torginum á leiðini frá tjaldinum og oman móti Vágsbøi. Har stóð Herborg Torkilsdóttir saman við sínum trúgva fylgissveini, Rakul Petersen, og sendi góðar vibrasjónir út yvir býin við sínum inniligu sangum.
Seinni á kvøldinum fingu vit – eina stutta løtu – høvi at uppliva fenomenið Aggrasoppar. Hugtakandi, men hesi oyruni toldu ikki ógvusliga ljóðið.
Náttarrótarí
Aggrasoppar er heldur ikki tónleikur fyri fólk, sum eru farin upp um teirra bestu ár. Og tað er heldur ikki konsertir, sum byrja eftir at klokkan er farin av midnátt. Tí kann hesin ikki siga nakað um, hvussu hýrurin var á Vágsbøi, tá lokalu hetjurnar, fyrst Dynamitt og síðan Grandma’s Basement undirhildu.
Sí allar myndirnar frá fríggjadagnum her
Hetta gevur høvi til at siga nøkur orð um skránna, tí tað eru ávís ting, ein undrast yvir.
Serliga hví konsertirnar verða hildnar so seint. At seta eina konsert á skrá klokkan 3 um náttina gevur onga meining. Havi sitið eina løtu og googlað skráirnar fyri festivalar, ið verða hildnir í Danmark og Noregi hetta vikuskiftið. Fann ongan, har konsertir byrja eftir midnátt. Sum oftast er seinasta konsert klokkan 22.30.
Undarligt, at føroyskir festivalar ikki gera tað sama. Heldur enn at stuðla órógvandi føroysku náttar- og morgunballingarmentanini, skuldu teir gingið á odda at fingið henda hugburðin broyttan. Byrjið fyrr og endið fyrr.
Í dag er seinasti festivaldagur í Klaksvík.
Á torginum eru Jakobina Ellingsgaard kl. 19, Steintór Rasmussen kl. 21.45 og Laila & Malan kl. 02
Í tjaldinum eru Swangah kl. 21, Sakaris kl. 24 og Marius DC kl. 02.45
Á Vágsbøi eru Øll elska Disney kl. 17, Annika Hoydal kl. 20, Andreas Odbjerg kl. 22.30 og Faroe5 kl. 01.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald