Mentan

Rappari finst at babyrockarum

Nýggja staklagið hjá Marius DC, Babyrockari, er nú tøkt á øllum stroymitænastum

(Savnsmynd: Odysseas Chloridis)

(Savnsmynd: Odysseas Chloridis)

2023-03-17 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja staklagið hjá Marius DC, Babyrockari, er nú tøkt á øllum stroymitænastum. 

Lagið líkist ikki nøkrum, ið Marius hevur givið út fyrr. Babyrockari er samfelagskritikkur latin í ein punkkendan dám. Hetta er beinleiðis, rátt og atfinningarsamt, móti eini tí harðskapsmentan, ið summi ung hava tikið til sín. 

Sangurin er kritiskur, men roynir eisini at finna orsøkina til, at nøkur velja harðskap, og ger upp við teir karmar, ið skapa hesa mentan.

Frá fyrstu tónunum merkir tú, at melodisku pianoljóðini á seinastu stakløgunum eru skift út við digitalar synthezisarar og rokkutta gittaran, hjá Benjamin Tausen á Lava. Framleiðslan er tung, skitin og hørð og spælir væl saman við temanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder