Uttanlands

Rakettregn í Ísrael og Gazageiranum í nátt

Tríggir palestinar hava latið lív í aftursvarinum frá Ísrael uppá rakettálopið frá Hamas

Ein eksplosión í Gazageiranum aftaná eitt ísraelskt bumbuaftursvar (Mynd: EPA)

Ein eksplosión í Gazageiranum aftaná eitt ísraelskt bumbuaftursvar (Mynd: EPA)

2018-08-09 09:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Stríðið millum Ísrael og Gazageiran varð endurkyknað í gjárkvøldið, tá ið rakettir og bumbur vórðu sendar aftur og fram millum partarnar. 

Sum skilst vórðu fleiri rakettir fyrst skotnar frá Gazageiranum móti Ísrael, sum stutt aftaná svaraði aftur við at bumba 12 ymisk støð í Gazageiranum. Tað skrivar AFP tíðindastovan. 

Tríggir palestinar lótu lív og í minsta lagi seks vórðu særdir, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Gaza sambært DR.

Rakettirnar frá Gaza móti Ísrael hildu áfram eftirfylgjandi og skulu hava sært tríggjar ísraelar.

Sambært ísraelska herinum er talan um í alt 70 rakettir, og harav vórðu 11 steðgaðar av ísraelsku verjuskipanini móti rakettum. Flestu rakettirnar hava rakt óbygd øki í Ísrael, har eingin er komin til skaða. 

ST fordømir rakettálopið hjá militanta felagsskapinum Hamas móti Ísrael, skrivar DR.

Sum skilst var rakettálopið frá Gaza í gjárkvøldið eitt aftursvar frá Hamas uppá, at tveir Hamas-hermenn vórðu dripnir av ísraelska herinum týsdagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder