Enn einaferð er matstovan Ræst tilnevnd til fleiri heiðrar tá heiðurslønir í næstum verða latnar bestu matstovunum í ríkinum.
Hesaerð er tað felagsskapurin Danske Madanmeldere, sum á hvørjum ári letur út heiðrar til kokkar og onnur, ið hava gjørt serliga gott inntrykk matummælararnar á vitjanunum, sum teir hava verið á í árinum, sum fer.
1. februar 2026 fer felagsskapurin at lata sínar heiðrar á tiltaki í Keypmannahavn. Og her er Ræst í uppskoti til tríggjar heiðrar: Ársins rættur úr havinum, ársins rættur av landi og víntænarin og verturin, Karin Visth, í uppskoti at vinna heiðurin fyri bestu ‘skeinking’.
Meksikanski kokkurin hjá Ræst, Sebastian Jiménez, er tann, er tilnevndur fyri tveir av rættunum, sum hann hevur borðreitt við á Ræst í ár.
Í flokkinum ‘Hav’ er hansara rættur ‘Føroyskt taco við jomfrúhummara (Hummara Pipian Rojo” ein av fimm tilnevndum rættum.
Og í flokkinum ‘Land’ er rættur hansra við heitinum ‘Lamhjarta, blackbeanmiso, demi-glace, sólberjablaðchimichurri, brioche’ eisini í uppskoti til at fáa ársins heiður.
Í fjør var eisini ein av fiskarættunum hjá Ræst tilnevndur, men tá fór heiðurin til ein annan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald