Uttanlands

Putin ynskir Biden til lukku við valinum

Ovastin í Kreml ber heilsu við vónum um gott samstarv

Myndin er frá 2011 tá Joe Biden var amerikanskur varaforseti (Mynd: EPA)

Myndin er frá 2011 tá Joe Biden var amerikanskur varaforseti (Mynd: EPA)

2020-12-15 11:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag sent Joe Biden heilsan og ynskt honum til lukku við valsigrinum á forsetavalinum í farna mánaði.

Putin skrivar, at hann hevur vón um at londini kunnu leggja ósemjur til viks og ístaðin fremja alheims trygdina.

Í heilsanini skrivar Putin, at hann ynskir komandi forsetanum alla møguliga eydnu í embætinum.

- Fyri ín part eri eg til reiðar at samstarva, sigur forsetin í Kreml millum annað.

Í telegramminum frá Putin til Biden verður eisini sagt, at samstarvið millum Russland og USA byggir á virðir sum javna og sínámillum virðing til gagns fyri bæði londini og fyri allan heimin.

Heilsanin úr Moskva kemur eftir at valdu valfólkini í gjár kjósaðu Biden til vinnara av valinum.

Les eisini: Valfólkini peikaðu á Biden 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder