Uttanlands

Putin hevur tosað við Tucker Carlson

Samrøðan verður send á kanalini hjá Carlson í kvøld

Tucker Carlson (Mynd: EPA)

Tucker Carlson (Mynd: EPA)

2024-02-08 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ikki tosað við vesturlendskar miðlar, síðan kríggið í Ukraina byrjaði fyri næstan tveimum árum síðani.

Men í kvøld verður møguleiki at hoyra eina samrøðu, sum Putin hevur havt við umstrídda amerikanska tíðindamannin, Tucker Carlson í Kreml. Samrøðan verður víst á heimasíðuni hjá honum, skrivar Tucker Carlson á Instagram.

Carlson boðaði fyrr í vikuni frá, at hann hevur tosað við Putin. Hann segði millum annað:

- Tað er okkara uppgáva at kunna fólk. Tvey ár inni í einum kríggi, ið hevur broytt allan heimin, eru flestu amerikanarar ikki kunnaðir. Tey hava onga hóming av, hvat hendir í hesum partinum av heiminum.

Tucker Carlson er ein umstríddur persónur í amerikanska miðlaheiminum. Hann var í fleiri ár væl umtóktur sjónvarpsvertur á sjónvarpsstøðini Fox News, har hann hevði sendingina ‘Tucker Carlson Tonight’ í bestu senditíð.

Í sendingini leyp hann ofta á ‘politisku korrektheitina’ hjá teimum liberalu, og hann varð ofta skýrdur fyri at spjaða falstíðindi.

Í fjør støðgaði Fox News óvæntað samstarvið við sjónvarpsvertin.

Stutt eftir helt Carlson fram við sínum virksemi á egnari tíðindarás, ið verður send umvegis sosiala miðilin X. Her hevur hann eitt nú havt samrøður við ungarska forsætisráðharran, Viktor Orbán, og fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder