2022-06-22 19:30

Í gjár var prógvhandan á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, har sjey mans og ein kvinna fingu handað prógv fyri at hava staðið dugnaskapsroyndina fyri frítíðarsiglarar.
Í fleiri ár hevur Frítíðarundirvísingin í Sunda kommunu bjóðað dugnaskapsroyndina fram sum lærugrein. Áhugin fyri at luttaka á hesum skeiðnum er altíð góð, og tilboðið verður aftur á skránni hjá Frítíðarundirvísingini komandi heyst, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Tey sum fingu prógv eru: Annika Jacobsen, Torleif Clementsen, Mikkel Lohse, Jóannes Dalsgaard, Poul Laksafoss, Fróði Festirstein Nielsen, Kim Durhuus og Hans Christian Petersen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald