Innanlands

Prógvhandan á Setrinum

11 sjúkrarøktarfrøðingar fingu prógv fríggjadatin. Talan er um fyrsta flokk, ið er innskrivaður um veturin. Eisini vórðu tvey prógv latin í hjánámi í føryskum

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2026-02-03 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Prógvhandan var í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn fríggjadagin í sambandi við at ein flokkur av sjúkrarøktarførðingum fekk prógv.

Fyri fýra árum síðani fór Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni undir at taka ein flokk inn á útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á vetri, umframt um summarið.

Fríggjadagin fekk hesin fyrsti vetrarflokkurin so prógv á hátíðarhaldi í Kongshøll; tilsamans 11 sjúkrarøktarfrøðingar fingu prógv, umframt tvey, sum hava staðið hjánám í føroyskum á Føroyamálsdeildini.

Sum altíð, tá prógvhandan er, var tiltakið hátíðarligt, og tey nýútbúnu í fínasta pussi.

Á heimasíðuni hjá Setrinum eru nógv fleiri myndir at síggja, og eisini ber til at hoyra burtur úr røðunum, sum Martin Tvede Zachariassen, landsstýrismaður, Margit Stórá, landsstýriskvinna og Marjun Nicodemussen, umboð fyri nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnar, hildu.

[object Object]
Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir hesaferð: Anni Jákupsdóttir Isaksen, Annika Rasmussen, Bjørk Árnadóttir Dalsgaard, Brynhild Thomsen, Inga Thomsen, Katrin Faulknert Reynheim, Marjun Nicodemussen, Mása Mortensen, Mildrið Birita Johnsdóttir, Sarah Kathleen Foghill og Sóley Simonsen

[object Object]Ísak Hansen og Birna Heinesen, sum nú hava prógv í hjánámi í føroyskum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder