Innanlands

Prísurin fyri stór akfør lækka í Vága- og Norðoyatunlinum

Prísurin fyri akfør størri enn 3500 kilo fer úr 100 krónum og niður í 50 krónur

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2022-05-20 12:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava avgjørt, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kg, lækkaðir úr 100 krónum og niður í 50 krónur.

Hetta er galdandi um ein hevur hald. Prísirnir fyri stakar túrar vera óbroyttir 300 krónur.

- Vit hava staðfest, at næstan 99 prosent av føroyskt skrásettu akførunum í hesum bólki hava hald. Flestu akfør sum gjalda 300 krónur eru útlendskir bussar, sigur tunnilsfelagið.

Kostnaðurin fyri akfør undir 3500 kilo er framvegis hin sami, 20 krónur. Her tó ein avsláttarskipan galdandi, so gjaldið ikki kann fara upp um 500 krónur fyri hvønn mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder