Innanlands

Prísirnir øktir yvir eitt prosent í miðal seinasta árið

Brúkaraprísirnir eru farnir at hækka aftur eftir eina lækking gjørnum fyrsta árið við korona

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-15 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brúkaraprísirnir fyrsta ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fjórða og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til fjórða ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Av hesum 12 vøru- og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, gistingarhús og matveitarar og útbúgving minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og akførum eru øktir.

Brúkaraprístalið fyri fyrsta ársfjórðing í ár er 123,2, sum er 1,3 prosent hægri enn brúkaraprístalið fyri fjórða ársfjórðing í fjør og 1,1 prosent hægri í mun til fyrsta ársfjórðing 2020.

Brúkaraprístalið var nullstillað í 2007, og tá samlaða prístalið nú er 123,2, so merkir tað, at prísirnir í miðal eru hækkaðir við 23,2 síðan tá. Størst er príshækkingin í vørubólkinum “rúsdrekka og tubbakk”, har prísirnir eru helmingin hægri nú enn í 2007. Einasti vørubólkur, ið er lækkaður er “húsbúnaður, húsarhaldstól o.a.”.

Endin á korona sæst aftur
Í umleið trý ár innan korana rakti allan heimin lá árliga broytingin í samlaða prístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa millum umleið 1 til 2 prosent. Í tíðini við korona er árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum minkað lutfalsliga nógv, men nú útlit eru til, at endin á farsóttinini er í nánd, er samlaða brúkaraprístalið farið upp og árliga broytingin liggur oman fyri 1 prosent aftur.

Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum í tíðini við koronu í mun til 2-3 ár innan korona, hevur verið fallið í altjóða oljuprísinum. Í fýra teimum seinastu uppgerðunum sæst týðiliga ávirkanin, ið stóra minkingin í altjóða oljuprísinum hevur havt á prísin á brenniolju til húsarhald. Brenniolja er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder