Uttanlands

Pressan onga atgongd til republikanska floksfundin

Trump verður formliga tilnevndur sum forsetavalevni í North Carolina 24. august – Hetta er fyrstu ferð í nýggjari amerikanskari søgu, at pressan ikki fær atgongd, tá eitt forsetavalevni verður tilnevnt

Væntandi verður Trump formliga tilnevndur sum forsetavalevni 24. august (Mynd: EPA)

Væntandi verður Trump formliga tilnevndur sum forsetavalevni 24. august (Mynd: EPA)

2020-08-02 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Donald Trump formliga verður tilnevndur sum forsetavalevni á floksfundinum hjá republikanska flokkinum í North Carolina 24. august, er pressan ikki boðin við.

Orsøkin er koronafarsóttin, sigur talsfólk hjá republikanska flokkinum við tíðindastovuna AP.

Í juli mátti Trump avlýsa ein valfund í Florida, orsakað av økta talinum á nýggjum smittutilburðum í USA.

Kortini skulu 336 valfólk eftir ætlan hittast í Charlotte í North Carolina seinni í august, so tey formliga kunnu tilnevna Trump sum valevni til forsetavalið 3. november, skrivar Ritzau.

Vanligt eru nógvir miðlar til staðar, tá flokkarnir hava stóran floksfund áðrenn valið.

Broytist støðan hjá republikanska flokkinum ikki, verður tað fyrstu ferð í nýggjari amerikanskari søgu, at pressan ikki fær atgongd, tá nýggja forsetavalevnið formliga verður tilnevnt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder