Mentan

Prædikumaðurin John Hardang vitjar í Leirvík

Vikuskiftismøtir í Leirvíkar Missiónshúsi um vikuskiftið

John Hardang

John Hardang

2023-04-20 11:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti 21. til 23. apríl bjóðar Leirvíkar Missiónshús til vikuskiftismøtir.
Húsið fær vitjan av kenda norska prædikumanninum Johnn Hardang. Hann er í dag mest kendur sum leiðari á kristiligu sjónvarpsrásini “Bedehuskanalen”.

Áður hevur John Hardang m.a. verið leiðari á bíbliuskúlanum á Bildoy og útvarpsprestur  í kristiligu útvarpsrásini P7. Tey, sum hava hoyrt hann prædika og syngja, lata sera væl at.

Møtini verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18.  Johnn Hardang talar og syngur við øll møtini.

Fríggjakvøldið syngur Petur Hans við bólki. Leygarkvøldið Kvinnukór í Emmaus og sunnukvøldið syngur Leirvíkskórið.

Innsavnan verður øll kvøldini. Møguleiki er fyri samtalu og forbøn. Barnaansing verður sunnukvøldið. Drekkamuður verður eftir hvørt møti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder