Innanlands

Portalurin gevur blað út

Fyrsta nummar av Blaðnum Vikuskifti kemur út í morgin klokkan 7

2020-10-16 13:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin klokkan 7 kemur Portalurin við nýggjum tilboði til lesarar sínar. Talan er um eitt blað, sum kann lesast á teldum, teldlum og snildtelefonum.

- Hetta er eitt tilboð, sum vit hava arbeitt við í longri tíð. Ásannandi, at meldurin av tíðindum og kunning í gerandisdegnum hevur nógva ferð, meta vit, at tørvur eisini er á at kunna geva okkara brúkarum spennandi tíðindi og lesitilfar í einum umhvørvi, sum ikki verður órógvað allatíðina.

- Umframt nýggjar spennandi greinar, savna vit eisini gott lesitilfar, sum hevur verið at sæð á Portalinum gjøgnum vikuna, sigur Niklái Nysted, stjóri á Spf. Knassum, sum eigur Portalin.

Fyrsta nummar av Blaðnum Vikuskifti er ókeypis, og verður tøkt á Portalinum í morgin klokkan 7.  

[object Object]Niklái Nysted, stjóri í Knassum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder