2026-09-25 22:52
Dekksentrið hevur í dag fingið nýggja heimasíðu.
Nú veturin og háarstíðin fyri dekkskift stendur fyri durðum, kann sigast, at Dekksentrið hevur skift talgild dekk, og er tilreiðar at taka ímóti kundunum.
Á heimasíðuni er umframt stóra úrvalið av dekkum, eisini møguleiki at bíleggja tíð til dekkskift, eftirlit, verkstað ella annað.
Heimasíðan er ment av føroyska veitaranum VITA, og tú finnur hana á dekk.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald