Innanlands

Plakatirnar fáa ikki frið

Fleiri dømir um herverk á politiskar plakatir

2020-10-29 09:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað sæst á býarmyndini í hesum døgum, at kommunuval stendur fyri framman. Í Havn er býurin skrýddur við alskyns andlitsmyndum av fólkunum, ið heita á fólk um at velja seg til valið 10. november.

Men fleiri fráboðanir eru eisini um, at plakatirnar ikki fáa frið.

Odd Færø, valevni hjá Javnaðarflokkinum, skrivaði soleiðis á Facebook í gjárkvøldið:

“Ein partur av valstríðinum er uppseting av plakatum. Eg havi sett 40 plakatir upp runt ymsastaðni. Tað hevur eydnast so rímuliga væl, hugsi eg.

Men fyri tveimum døgum síðani upplivdi eg at onkur gjørdi seg inn á plakat, sum eg havi sett upp við rundkoyringina við Skúlan á Argjahamri.

Og stutta løtu eftir at eg í kvøld (mikukvøld, 28-10-2020) hevði umvælt skaðan, og sett hana upp av nýggjum, hevur onkur endurtikið skarnsgerðina og nú er plakatin horvin og eftir standa einans festini, sum bóru plakatina.”

Eisini Rói B. Poulsen, valevni hjá Fólkaflokkinum, gevur ilt av sær saman við mynd av eini plakatrøð hjá Fólkaflokkinum á rimaverkinum oman fyri skipasmiðjuna í Havn:

“Pínadoy sum tað er irreterandi at plakatirnar hjá okkum ikki fáa frið. Í nátt hevur onkur idiot hildið at hendan skuldi niður. Vit prúka bæði pening og orku at føra eitt siðiligt valstríð. Huff...”

Í viðmerkingunum til hetta uppslagið vísa viðmerkjarar á dømi um fleiri líknandi hendingar í Havn seinastu dagarnar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder