Innanlands

Pinkubarnatallerkar kunnu ikki brúkast til at eta av

Tallerkarnir lata kemiskt evni frá sær

Bláur Yummy-tallerkur

Bláur Yummy-tallerkur

2019-06-17 08:27 Author image
Ari av Rana

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá at tvey sløg av pinkubarnatallerkum verða afturkallaðir. Staðfest er at vøran letur frá sær melamin í ov høgum mongdum.

Tað er Done By Deer A/S sum afturkallar vøruna.

Talan er um hesar tallerkarnar:

- Blå "Yummy" tallerkur við myndevninum "Happy Dots"

Vørunummar: 10542

Vøran er seld í tíðarskeiðnum Januar 2019 - April 2019.

- Ljósareyð "Anti-Slip" tallerkar við myndevninum "Contour" (sí mynd)

Vørunummar: 10507

Vøran er seld eftir tann 22. august 2017.

[object Object]

"Happy dots" tallerkurin er seldur í føroyskum handlum. "Contour" tallerkurin kann vera keyptur uttanlands.

Tað er staðfest, at vørurnar lata frá sær ov høgar mongdir av kemiska evninum melamin. Vørur, sum lata frá sær melamin í nøgdum, sum eru yvir loyvda markvirðinum, eru ikki egnaðar at koma í samband við mat.

HFS mælir til at lata vøruna inn aftur í handlinum, her vøran er keypt, ella at burturbeina vøruna.

 
 
 

 

 

placeholder
placeholder