Innanlands

Pike stongt orsakað av koronutilburði

Mælt verður til, at øll, ið vitjaðu skeinkistaðið í Klakskvík leygarkvøldið 3. juli, lata seg kanna fyri koronu. Hetta tí at ein vitjandi hevur fingið staðfest smittu

Fyri kortum skifit staðið navn frá Maverick til Pike

Fyri kortum skifit staðið navn frá Maverick til Pike

2021-07-06 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pike, sum fyrr hevði navnið Maverick, fekk í dag eina uppringing, ið snúði seg um, at ein persónur, sum hevur fingið staðfest koronu, var á skeinkistaðnum leygarkvøldið hevur fingið staðfest Korona

- Vit mæla til at øll vitjandi í Pike leygarkvøldið lata seg testa fyri Korona. Av somu orsøk er Pike stongt í dag 6/7 og í morgin 7/7, ella inntil starvfólk hava fingið svar uppá test.

Soleiðis skrivar Pike á Facebooksíðuni Maverick Barr seinnapartin.

Les eisini: Níggju nýggir tilburðir staðfestir í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder