placeholder
Innanlands

Píkadekk til hálvan mai

Landsstýrismaðurin hevur lýst kunngerð. Nú er loyvt at koyra við píkadekkum til 15. mai

2021-05-07 12:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíðarskeiðið har tað er loyvt at brúka píkadekk er nú longt við hálvum mánað.

Tað sigur einn kunngerð sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lýst.

Sostatt ber nú til at koyra við píkadekkum til 15. mai, og ikki til 1. mai, sum tað var í gomlu kunngerðini. Píkadekkini kunnu koma upp á aftur frá 15. oktober.

Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, sum verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er. Sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Kriminalforsorgini og stovnsbilar hjá kommunalu heimatænastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder