Innanlands

P/F Wenzel keypt Bilrøkt

Jákup á Borg hevur verið ímyndin av Bilrøkt, og hevur eisini bygt tað upp, men nú taka P/F Wenzel og Rúni Djurhuus yvir sum eigari og hann verður eisini stjóri í samanløgdu fyritøkuni

Feðgarnir Heini á Borg og Jákup á Borg. Heini á Borg hevur 2008 verið ein av eigarunum í Bilrøkt (Mynd: Jens Kr. Vang)

Feðgarnir Heini á Borg og Jákup á Borg. Heini á Borg hevur 2008 verið ein av eigarunum í Bilrøkt (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-10 16:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað er við blandaðum kenslum, at eg nú boði frá, at eg gevist sum stjóri og selji størsta eigarapartin hjá mær í Bilrøkt.

Hetta skrivar Jákup á Borg á Facebook seinnapartin. In.fo skrivar seinnapartin, at P/F Wenzel við Rúna Djurhuus á odda hevur keypt kappingarneytan Bilrøkt. 

Jákup á Borg heldur, at tíðin er tann rætta at selja.

- Bilrøkt er mítt lívsverk, sum eg havi bygt upp ”from scratch” við byrjan í 2005. Eg føli tó at tíðin er røtt at selja, og eri eg hóast alt stoltur av at selja eina so sunna og vælrikna fyritøku, skrivar Jákup á Borg.

- Mín góði vinur Rúni Djurhuus verður nú stjóri, og veit eg tí, at bæði starvsfólk og kundar eru í góðum og tryggum hondum.

- Eg hevði ikki megnað at bygt Bilrøkt upp uttan sera góðar starvsfelagar og makkarum - her ímillum mínum góða pápa, Heina á Borg, uttan hansara arbeiðsmegi, hevði Bilrøkt ikki verið tað tað er í dag, sigur Jákup á Borg.

In.fo skrivar, at Jákup á Borg fer at eiga ein lítlan part í P/F Wenzel, og verður nevndarlimur.

Virksemið hjá Bilrøkt frá byrjan var reingerð av bilum og brúktbilasøla. Virksemið hevur vundið uppá seg seinastu árini, og í 2020 lat Birøkt upp sum bilasøla við nýggjum bilum, og umboðar í dag Kia, MG og Isuzu.

Keypið er treytað av, at Kappingareftirlitið góðtekur samanleggingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder