Innanlands

P/F Fiskaaling sett tveir nýggjar granskarar

Birgitta Andreasen og Amanda Gratton Vang skulu verða við til at menna felagið á hvør sínari deild

Mynd: Fiskaaling

Mynd: Fiskaaling

2019-10-09 07:18 Author image
Agnar Prestá

P/F Fiskaaling boðar frá, at tvey nýggj starvsfólk eru sett. 

Birgitta Andreasen fer at starvast á Tøkni- & Umhvørvisdeildini. Í løtuni arbeiðir hon á Umhvørvisstovuni, har hon m.a. hevur gjørt massaspektrometriskar kanningar av dálkandi evnum í sjónum, og har hon hevur skipað umhvørvisdátur í databasa. Birgitta hevur PhD í Kemiverkfrøði. Hon tekur við starvinum á Fiskaaling 18. november 2019.

Amanda Gratton Vang byrhar 1. februar 2020. Hon hevur eisini eina PhD - í Biomedical Science - hon skal starvast á Biotøknideildini. Amanda hevur drúgvar granskingarroyndir, umframt royndir at fyrireika verkætlanir og at virka sum verkætlanarleiðari. 

Fiskaling boðar frá, at sera stórur áhugi var fyri granskingarstørvunum, tá Fiskaaling søkti eftir nýggjum fólki herfyri. Verætlananirnar hjá felagnum krevja nógva serførði og royndir. Nýggju starvsfólkini á Fiskaaling eru soleiðis við til at styrkja um førleikarnar hjá felagnum.

 

placeholder
placeholder