Innanlands

Petur Slyne farin, 47 ár

Petur Slyne andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í gjár

2018-07-08 14:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talan var um ein ídnan mann, sum hevur fingist við mangt og hvat innan miðlar og samskifti og eisini matstovuvinnu. Petur Slyne var millum annað ein av oddamonnunum av Voxbotn.

Í 1999 varð reklamuvirkið Petur & Petur sett á stovn, og í 2000 bleiv Vikublaðið stovnað. Síðani 2007 hevur Petur Slyne havt egið samskiftisvirki nevnt 1xPetur og hevur staðið fyri fleiri stórum parti av grafiska virkseminum í Føroyum. Voxbotn var fyri fyrstu ferð hildið í 2012.

Um ársskiftið var hann við til at keypa bilasøluna Wenzel.

Frá 1988 til 1996 er Petur Slyne skrásettur fyri 59 dystir í bestu fótbóltsdeildini fyri HB.

Petur Slyne var føddur 23. mars í 1971, og gjørdist 47 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder