Innanlands

Beinir Johannesen ikki sama flogið yvir sær

Sirið Stenberg nærkast Aksel V. Johannesen í undirtøku, vísir spildurnýggj veljarakanning. Bárður á Steig Nielsen gongur eisini fram

Beinir Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 12:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beinir Johannesen er framvegis tann, sum flest fólk ynskja sum løgmann, men undirtøkan er ikki tann sama sum hon hevur verið.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin/FM1 og Kringvarpið, siga 32,6 prosent seg vilja hava formann fólkafolksins til næsta løgmann. So lágt hevur hann ikki verið síðan kanningina hjá okkum í mai 2025, tá 31,7 prosent søgdu seg vilja hava Beinir Johannesen sum løgmann.

Í mun til veljarakanningina, sum Portalurin og FM1 gjørdu síðst í februar gongur Beinir Johannesen eisini eitt fitt petti aftur. Hann fekk tá 37,7 prosent.

Bárður á Steig Nielsen fær 22,1 prosent í hesari kanningini, og tað er 2,7 prosentstig fleiri í mun til kanningina síðst í februar.

Sirið nærkast sitandi løgmanni
Hyggja vit eitt sindur longur niður á listan, á nummar trý og fýra, so er rættiliga javnt. Sirið Stenberg, forkvinnan í Tjóðveldi, vinnur seg inn á núverandi løgmann, og fær 15,7 prosent. Aksel V. Johannesen gongur fram og sambært kanningini vilja 15,9 prosent hava hann sum sitandi sum løgmann.

700 fólk vóru spurd 12. mars 2026. Óvissan í spurninginum um løgmann er 2,9 prosent.

--

Eyka Stjórn klokkan 15 fríggjadagin 13. mars

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder