Andrstøðuflokkarnir í seinasta valskeiðið kunnu framvegis skipa samgonugu, men munurin tódnar, og stóra framgongdin hjá Fólkaflokkinum seinastu árini er ikki bert steðgað: Hon er vend.
13 dagar eru til valið, og 15 dagar eru síðani valið varð útskrivað. Nýggjastu tølini í veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin/FM1 og KVF vísa, at spenningurin økist, nú valið nærkast.
--
Eyka Stjórn klokkan 15 fríggjadagin 13. mars
--
Fólkaflokkurin framvegis størstur - men størsti taparin
Tá man hevur verið nógv størsti flokkur í veljarakanningum leingi, og verið heilt uppi á 37 prosentum og 13 tinglimum (kanningin fyrst í februar), so kann tað næstan bara ganga niðureftir. Men tað munnu vera nøkur heldur fjálturstungin fólkafloksfólk í dag. Flokkurin gongur nógv aftur í mun til veljarakannngina, sum varð gjørd fyri 15 døgum síðani – dagin eftir at valið varð útskrivað.
Tá var tað 34 prosent og 12 prosent til lista A. Afturgongdin síðani er fimm prosentstig og tvey tingfólk. Hetta er fyrstu ferð í ár, at Fólkaflokkurin liggur undir 30 prosent. Flokkurin stendur tó framvegis til at gerast greitt størsti flokkur 26. mars og kann á pappírinum framvegis gera samgongu við bert Sambandsflokkinum afturat.
Tað kunnu vera fleiri orsøkir til afturgongdina. Tingini javna seg nátúrliga nakað, tá val nærkast. Men tað má eisini staðfestast, at nøkur ivamál, heldur tunna framlagda valskránna og tama valstríðið higartil merkist hjá Fólkaflokkinum.
Farna samgonga otar seg frameftir
Sambandsflokkurin stendur so at siga í stað. Bæði í mun til seinastu veljarakanning og serliga í mun til løgtingsvalið 2022: Júst 20 prosent tá og 19,8 prosent í dag – og aftur næstflest tingfólk: Sjey í tali.
Størst man gleðin vera hjá flokkunum, sum hava verið í samgongu síðani desember 2022. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Tey ganga bæði fram við tveimum og einum hálvum prosentstigi, og vinna hvør sítt tingfólk: Standa við seks hvør.
Hjá Tjóðveldi er man komin beint uppum talið á løgtingsvalinum í 2022. Í mun til tað er Javnaðarflokkurin langt undir, og nógv arbeiði er eftir. Løgmansflokkurin leggur valskránna fram í dag – hann og Tjóðveldi síggja nú út til at kappast við Sambandsflokkin um at gerast næststørsti flokkur 26. mars.
Framsókn gongur eisini fram: Flokkurin liggur nú beint undir sjey prosentum. Á løgtingsvalinum í 2022 var talið 7,5 prosent - men í kanning fyrst í februar var flokkurin undir fimm prosent á einum tingfólki. Nú nærkast tað trimum aftur.
Miðflokkurin gongur niður ímóti einum – Sjálvstýri klatrar upp ímóti einum
Miðflokkurin hevur eina afturgongd á beint omanfyri eitt prosentstig. Tað skal staðfestast, at flokkurin framvegis ikki hevur lagt valskránna fram ella verið so virkið i valstríðnum. Tað má tó elva til stúran hjá flokkinum, sum hevur verið í andstøðu, at hann aftur er niðanfyru fimm prosent – sum Miðflokkurin eisini var, áðrenn valið var útskrivað.
Hinvegin nærkast Sjálvsstýrið tinggáttini. Flokkurin liggur nú beint undir trimum prosentum, og á einum hægri tali enn í 2022. Eisini er framgongin hálvt prosentstig í mun til 26. mars.
Her skal staðfestast, at talan er um smá tøl, og at óvissan er nøkur prosent.
Spyr.fo gjørdi kanningina í gjár, á Grækarismessu 12. mars 2026. 700 fólk hava svarað. Óvissan er upp til trý prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald