2022-10-13 12:53
Pero Sore, nógv umrøddi gigtalæknin, sum ikki longur er í starvi á Landssjúkrahúsinum, skal nú virka sum kommunulæknaavloysari í Vestmanna. Tað boðar heimasíðan frá Vestmanna kommunu frá.
Talan er tó bert um eitt stutt tíðarskeið, frá 17. til 30. oktober
Gunnhild Helmsdal, ið annars er settur kommunulækni í Vestmanna, er farin í granskingarfarloyvi í eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald