26. september verður møguleiki hjá føroyingum at fáa eina heilt serstaka matuppliving, tá spanska matstovan Los 33 í Madrid kemur til Føroya at at hava eitt serligt kvøld saman við tveystjørnaðu føroysku matstovuni, Paz.
Los 33, ið er ein háttvird matstova í Madrid, er kend fyri at gera mat yvir eldi – við lokalum, sponskum rávørum. Hetta eina kvøldið fer teirra køkur at renna saman við matlistini hjá Paz, ið byggir á føroysku matmentanina og føroyskar rávørur.
Faer Isles Distillery í Kvívík – og vakra føroyska landslagið har – verða karmur um serstøku upplivingina. Eitt kvøld, har eldur, náttúra og fyrstafloks rávørur renna saman til eina stóra uppliving, sum fagnar matlistini.
Matskráin er hegnisliga evnað til hetta eina høvið.
Kvøldið byrjar í Paz í Dokara Jakobsensgøtu. Síðani verða gestirnir koyrdir til Kvívíkar, har kokkarnir bíða við einari eksklusivari matskrá. Nakrir av eyðkendu rættunum hjá Los 33 verða settir saman við einum úrvali av føroyskum sjógæti og rávørum úr Norðuratlantshavi.
Eftir upplivingina verða gestirnir koyrdir aftur til Paz, har kvøldið endar við einum drykki í Doktaranum.
Plássið er sera avmarkað – einans 50 gestir, ið allir sita við eitt stórt felagsborð. Borðbílegging her: https://paz.fo/. Prísurin er 2.400 krónur fyri alla upplivingina, ið byrjar í Paz kl. 17. Til ber eisini at møta á Faer Isle í Kvívík, og tá er prísurin 1.900 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald