Innanlands

Partur av Tórsgøtu stongdur fram til juni

Strekkið frá Kongagøtu niðan til Finsen verður stongt vegna fjarhitaarbeiði

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-14 15:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag og fram til fyrst í juni mánaða verður ein partur av Tórsgøtu í Havn stongdur fyri allari ferðslu.

Talan er um strekkið frá Kongagøtu niðan til Finsen. Orsøkin til, at tað verður stongt, er fjarhitaarbeiði.

Eingin parkering verður í Kongagøtu, millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu, meðan arbeiðið fer fram, tí har verður tvívegis ferðsla, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder