Í næstu viku byrjar flytingin av pørtum av Psykiatriska deplinum av Eirargarði oman í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Psykiatriski depilin flytir innleggingardeildina og ambulatoriið í H-bygningin, og í hesum sambandi verður boðið til opið hús sunnudagin 22. november, har til ber at síggja nýggju hølini.
Hetta er byrjanin uppá seinasta partin av arbeiðinum at fylla nýggja bygningin við virksemi, skrivar Sjúkrahúsverkið.
– Við flytingini fara fólk við likamligum og sálarligum sjúkum at nýta somu høvuðsinngongd til sjúkrahúsið. Hetta er ikki bert ein flyting av deildum, men eisini ein staðfesting av broyttum hugburði til sálarliga heilsu og psykiatri.
– Í nógv ár hevur psykiatriin verið staðsett fyri seg. Tí hevur flytingin eisini eitt symbolskt virði, skrivar Sjúkrahúsverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald