Uttanlands

Oxford University steðgar royndum við barnakoppseting

Í løtuni er steðgur í royndunum at koppseta bretsk børn fyri koronu – Bíðað verður eftir fleiri upplýsingum frá bretska heilivágsstýrinum, sum kannar koppingarevnið hjá AstraZeneca

Koppingarevnið hjá AstraZeneca verður í løtuni kannað í fleiri londum (Savnsmynd)

Koppingarevnið hjá AstraZeneca verður í løtuni kannað í fleiri londum (Savnsmynd)

2021-04-07 09:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Oxford University boðar nú frá, at stovnurin fyribils steðgar royndum við at koppseta bretsk børn fyri koronu við koppingarevninum, sum stovnurin hevur ment og saman við heilivágsfyritøkuni AstraZeneca.

Hetta koppingarevnið hevur verið nógv umrøtt seinastu vikurnar, av tí at illgruni hevur verið um, at samband er millum koppsetingina og tilburðir av blóðtøppum hjá fleiri koppsetum fólkum í Evropa.

Hóast hetta óttast mann ikki fyri trygdini í kanningini, upplýsir talsfólk hjá Oxford University sambært Sky News.

AstraZeneca er millum tey koppingarevni, sum eru góðkent til vaksin, og í februar boðaði universitetið frá, at tey fóru at gera kanningar við koppseting av 300 børnum í aldrinum 6-17 ár.

Men nú verður also steðgur í, tí stovnurin bíðar eftir fleiri upplýsingum um blóðtøpparnar, sum eru staðfestir millum koppsett fólk seinastu tíðina. M.a. í Danmark og Noregi eru fólk deyð av hesum stutt eftir koppseting, og eru londini tí fyribils givin at brúka hetta koppingarevnið.

Sambært Ritzau bíða Oxford University og AstraZeneca í løtuni eftir fleiri upplýsingum frá bretska heilivágsstýrinum, MHRA. Stýrið er í løtuni í ferð við at kanna koppingarevnið.

Koppingarevnið hjá AstraZeneca verður í løtuni kannað í fleiri londum, og eisini av evropeiska heilivágsstovninum (EMA), og Marco Cavaleri, oddamaður fyri koppsetingarætlanina hjá ES segði í gjár, at samband er millum koppsetingina hjá AstraZeneca og teir óvanligu tilburðirnir við blóðtøppi, sum mann hevur sæð í fleiri londum.

EMA ætlar at hava tíðindafund um málið seinnapartin klokkan 15.

Dagførd kl. 9.57

Les eisini: EMA: Koppsetingin hjá AstraZeneca hongur saman við blóðtøppum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder