Uttanlands

Oslo bannar koyring við el-rennihjólum um náttina

Ov nógvir skaðar henda um náttina – tí er bann sett millum 23 og 05

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-13 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski høvuðsstaðurin, Oslo, bannar nú koyring á elektriskum rennihjólum um náttina.

Tað samtykti býráðið í Oslu á einum eyka býráðsfundi í dag.

Tað verður bannað at koyra við rennihjóli millum klokkan 23 og 05 um morgunin. Tað eru læknar á sjúkrahúsinum í Oslo, sum hava heitt á býarstýrið um at seta hesa skipan í verk, skrivar Ritzau.

Orsøkin er, at alt ov nógv fólk koma til skaða á hesum tólunum.

Læknavaktin í Oslo hevur roknað fram til, at millum 300 og 400 skaðar kunnu fyribyrgjast hvørt summar við einum banni um náttina.

Nýggja bannið fær tó ikki gildi fyrr enn í september, men vónin er, at feløgini, sum leiga út hesi hjólini longu nú fara at rætta seg inn eftir nýggju reglunum.

Fleiri útleigarar hava longu valt at gevast við at leiga rennihjól um náttina og í vikuskiftunum.

Í fjør samtykti ein meiriluti í býráðnum í danska høvuðsstaðnum Keypmannahavn at banna hesum elektrisku rennihjólum í danska høvuðsstaðnum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder