Innanlands

Ósemja millum borgarstjóran og varaborgarstjóran í Klaksvík

Sambært Norðlýsinum kemst hetta av, at varaborgarstjórin ikki slapp í sessin, tá Karl Johansen var uttanlands í desember. Hetta hevur við sær, at Atli S. Justinussen ikki hevur verið til samgongufundirnar higartil í ár

Atli Justinussen fekk flest atkvøður hjá greitt størsta flokkinum til seinasta kommunuval. Hann sigur við Norðlýsið, at borgarstjórin hevur brotið eina munnliga avtalu við hann (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Justinussen fekk flest atkvøður hjá greitt størsta flokkinum til seinasta kommunuval. Hann sigur við Norðlýsið, at borgarstjórin hevur brotið eina munnliga avtalu við hann (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-28 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan í býráðnum í Klaksvík er heldur spent. Klaksvíkar kommuna hevur stóra skuld, og í gjár var eitt innslag í Degi og viku, har ivi varð sáddur um tað fer at bera til at fremja stóru verkætlanina við nýggjum gistingarhúsi í býnum.

Tað eru eisini samstarvstrupulleikar í samgonguni. Hetta staðfestir Norðlýsið í dag. Eitt er, hvat "hevur ljóðað í býnum seinastu tíðina", men lokali miðilin kann ítøkiliga leggja fram, at varaborgarstjóran ikki hevur luttikið á nøkrum samgongufundi higartil í 2023.

Hetta er orsakað av einari ósemju millum Atla S. Justinussen og Karl Johansen, borgarstjóra. Varaborgarstjórin, ið fekk flest atkvøður á Fólkaflokslistanum á valinum í 2020, sigur við Norðlýsið, at borgarstjórin hevur brotið eina avtalu teirra millum. Talan er um eina munnliga avtalu millum menninar, ið sigur, at varaborgarstjórin gerst virkandi borgarstjóri, tá borgarstjórin er uttanlands.

Hetta er ikki nakað heilt óvanligt at gera, og Karl Johansen var staddur uttanlands í desember, men tá lat hann ikki lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna frá sær, sigur Atli Justinussen.

Eftir hetta boðaði varaborgarstjórin frá, at hann ikki fór at luttaka á býráðsfundum fyribils, og hann hevur ikki luttkið á nøkrum síðani í desember 2022 - teir hava verið fýra í tali.

Karl Johansen hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, enn at tað er rætt, at borgarstjórin fekk boðini frá varaborgarastjóra sínum um, at hann ikki fór at luttaka á fundum fyribils.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder