Mentan

Oratorii eftir Mendelssohn fyri fyrstu ferð í Føroyum á hvítusunnu

Havnarkórið ver saman við orkestri at framføra "Paulus" hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Norðurlandahúsinum og Fuglafjarðar kirkju

Leif Hansen fer at sjórna stóra kór- og orkesturverkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Leif Hansen fer at sjórna stóra kór- og orkesturverkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-24 17:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um hvítusunnuna fer Havnarkórið við orkestri og solistum at framføra vakra oratoriið “Paulus” hjá Felix Mendelssohn Bartholdy.

Hetta stóra verkið varð skrivað í 1836, og hevur týðiligan íblástur frá J. S. Bach. Verkið lýsir lívið hjá apostlinum Paulus við tekstbrotum úr Bíbliuni, serliga úr apostlasøguni. Áhoyrarin verður tikin við á eina kensluborna ferð við lovprísan, inniligari bøn, vreiðum fólkamongdum, fevnandi kærleika og at enda endurloysn.

Hetta er fyrstu ferð verkið verður framført í Føroyum. Havnarkórið framførdi hitt stóra oratoriið hjá Mendelssohn, “Elias”, fyri 20 árum síðani.

Umframt Havnarkórið, sum telur um 65 sangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.

Solistar eru:
Birita Poulsen, sopran (FO)
Petra Iversen, alt (FO)
Petter Moen, tenor, (NO)
Rory Green, bass, (Uk)

Konsertmeistari er Atli Ellendersen.

Dirigentur er Leif Hansen.

Tvær konsertir eru settar á skrá. Tann fyrra verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 27. mai kl. 16, og tann seinna verður í Fuglafjarðar kirkju hvítusunnudag kl. 16. Atgongumerki til konsertina í Norðurlandahúsinum eru at fáa á heimasíðuni nlh.fo og við dyrnar.

Í sambandi við konsertirnar fer Anne Mette Greve Klemensen, prestur, at geva eina stutta frágreiðing um Paulus og verkið hjá Mendelssohn. Hetta verður kl. 15.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum og í kirkjuni í Fuglafirði hvítusunnudag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder